Politikkur

Tekniska deild í Vága Kommunu

...

2016-11-06 11:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu árini, hava vit í Vága Kommunu havttekniskar trupuleikar á fleiri mótum, so sum, vatntrot, ólag á vatnleiðingum ogkloakkum, lágt vatntrýst, bilar og maskinur niðurslitnar osv.

 

Vit á Nýgga Lista halda at tíðin er komin til, atvit mugu skipa hetta betur, til gagns fyri borgararnar í Vága Kommunu. Og  hava nøkur uppskot um, hvussu vit koma hesumtrupuleikum til lívs.

Við hesum tiltøkum, sum eru nevnd niðanfyri, kunnuvit koma langt tann betra vegin.

 

Viðlíkahaldsskipan

Flest øll vita, at eitt vælvirkandi maskinaríkoyrir best, verður tað viðlíkahildið við jøvnum millumbilum, eftir einari fastásettari skipan, nevniliga við eini fyribyrgjandi viðlíkahaldsskipan við daga-ella tímaintervallum.

 

Tað finnast fleiri slík viðlíkahalds forrit, og uttanivað finst eitt forrit, sum er væl egna til tekniska økið hjá eini vælvirkandikommunu.

Hendan viðlíkahaldsskipan skal vera viðvirkandi tilat, vit í Vága Kommunu ikki renna okkum í trupuleikar av øllum handa slag, ítíð og ótíð.

 

Í viðlíkahaldsskipanina skullu øll aktiv hjá VágaKommunu vera.

Hetta umfatar: bygningar, maskinur, akfør,havnaøkir, vatnskipanir, størri ventilar, pumpur og kloakkskipanir.

 

At byrja við, tekur hetta nakað av tíð at byggjaupp, men sum tíðin líður verður hendan skipan, viðvirkandi til eina stórasparing fyri kommununa, tí umvæling/eftirhygging verður gjørd við jøvnum ogásettum millumbilum.

 

Við hesi skipan, fæst eisini ein seratýdningarmikil skráseting av, hvat var gjørt við tann ávísa bygningin ellamaskinuna, aftur í tíðina.

Á henda hátt kemur vitan um ymiskviðlíkahaldsarbeiðir, ikki at liggja á nøkrum fáum herðum, men verður goymd íeini skipan.

 

Vatntrot

Í ár vóru vit vitnið til eitt sera turt vár ogsummar, hetta førdi til vatntrot í Sandavági, tá mundu fleiri spyrja segsjálvan, um vit ikki tóku vatn úr Føroya størsta Vatnið til Vága Kommunu, mentað gera vit bara partvís. Hesin trupuleikin er ikki loystur enn. Men ein loysnfyri hetta, er at leggja eina vatnleiðing, úr tí nýggju vatnleiðingini áGiljanesi, og heim um Leitið og binda Sandavág uppí.

Hendan vatnleiðing kemur úr Vatninum, umvegisMiðvág, og er løgd inn til Giljanes fyri árum síðan, tá rækjuvirkið mangalaðivatn.

Møguliga skal ein pumpuskipan vera ein partur avhesum vatnleiðing, og kann takast í brúk tá tørvur er. Við hesum verðurtrupuleikin við vatntroti loystur frameftir.

 

Vatntrýst til sethús

Vit hava trupuleikar við vatntrýstið Norði á Heiðumí Miðvági, á Nesavegnum/Húsanesavegnum á Giljanesi, á Traðarvegnum í Sandavágiog møguliga aðrastaðni.

Tað er umsíður avgjørt  at seta ein hydrofor upp Norði á Heiðum, taðer ein pumpuskipan, sum skal halda vatntrýstinum javnt høgt, so tað er nøktandifyri borgaran. Tað sama eigur at vera gjørt á Giljanesi og við Traðarvegin, sumskjótast.

Hetta er ein skjót, brúkbar og bílig loysn, men besthevði verið um vatnbrunnar vóru bygdir longur uppi, so vit ikki eru, ov tengdat el-drivnum hydroforum.

 

Rottutýning

Tað tykist sum talið av rottu er í øking, og tíeigur okkurt munagott at vera gjørt.

Vága Kommuna, eigur saman við Sørvágs Kommunu, atskipa fyri at vit fáa týnt rottuna í Vágum.

 

Vit hava fingið almenna rðgeving ﷽﷽g Vit hava fingið almenna rsum skjingi, settur m er atleggja eina rørleiðing áðgeving frá dananum í Nólsoy, Jens-Kjeld Jensen,hvussu eigur at vera fari fram við týningin.

Tað er tíðliga á várið, tá rottan er illa fyri, oglættari fæst at eta rottueitur, at farast skal undir eitt átak. At leggjarottueitur út alt árið, ger púra ongan mun yvurhøvur.

Men tað er eisini neyðugt at samskipa hetta, tí taðnyttar ikki at onkur leggur út og grannin ikki gerð tað.

 

Og tí eigur henda rottutýning, at samskipast avbáðum kommununum á ein slíkan hátt, at borgarar í eru áhugaðir í rottutýning ogallir hagapartar Vágum luttaka, ein leygardag tíðliga á várið, ár undan árið, sovit kunnu gera enda á trupuleikanum.

 

Tekniskt toymið

Eitt uppskot er at hava eitt tekniskt toymið í VágaKommunu, sum skal hava tað endamál, at koma við hugskotum og ráðgeving,  fyri hvat kann gerast betri, á tekniskaøkinum.

Tí er tað eitt hugskot, at fólk við áhuga fyri atfinna tekniska loysnir í kommununi, sótu í einum slíkum toymið.

 

X við Lista V ??? Ein sterk eind ??? Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.

 

Dagbjørn Hansen & Jan Erik Simonsen, valevnir á NýggjaLista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu.ýráðsvalið í Vága Kommunu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder