Í samband við at ætlanir eru um at gera eitt model av sørvágstrolaranum Vesturskin frá 1946, verður leita eftir tekningum at gera eftir.
Um tit eiga ella vita um tekningar av skipinum vinarliga seti tykkum í samband við Esbern Joensen í Sørvági, tlf 210233.
Ella send ein teldupost til [email protected] ella postboð til síðuna Siglinarsøgan í Vágum á facebook.
Skipið er bygt hjá Cochrane & Sons í Selby í Englandi í 1936, og fekk tá navnið Hammond.
Undir seinna heimskríggi hevði bretska marinan skipið og vóru nøvnini: Salier (1941); V.6115 (1942); NT.04 (1942) og V.6511 (1944).
P/F Vága Trolarafelag keypti hendan trolaran 31. juli 1946, og eftir umfatandi umbygging í Haugesund í Noreg kom Vesturskin til Føroyar fyrst í mars 1947.
Í 1954 bleiv Vesturskin seldur til Noregs og fekk navnið Sletnes við heimstaði í Kristiansund, skipið bleiv seinni upphøgt í Sandnessjøen í Noreg.
janerik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald