2013-08-18 18:06

Ungi argjadrongurin Teitur Vilhelmsen Dalsgaarð, sum í hesum døgum kappast um DM í bogaskjóting, ger rættuliga um seg.
Í morgun vann hann DM í bólkinum dreingir 14 ár, í gjár gjørdist hann saman við eini danskari gentu bronsuvinnari í MIX - í sama aldursbólki.
Seinni í dag skal hann kappast í "liðskjóting" og vónir eru um, at hann eisini har fær heiðursmerki.
Teitur Vilhelmsen Dalsgarð venur í Vágum við Vágaskot, venjari er Eggaba Andreasen - vit ynskja tykkum tillukku við flotta úrslitinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald