Ítróttur

Teitur: Verjan hjá H71 stóð sera væl

...

2016-02-08 03:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir dystin í Hoyvík millum H71 og KÍF fingu vit orð á Teit Joensen.

Hvat er tað tit gera í fyrra hálvleiki?

- Ja tað er ein góður spurningur, trupuleikin í dystinum eru teir fyrstu 20. minuttirnir. Tað er einki at snakka um, vit høvdu bert fingið tvey mál tá. Teir høvdu broytt teirra verju eitt lítið sindur, soleiðis at teir koma longur út eftir okkum, tað vísir seg soleiðis, at vit brúka ov nógv tíð at loysa tað. Tá vit so koma afturum við teimum 6-7 málinum beinavegin, tá blívir tað øgiliga tungt. Tað stutta av tí langa er, at vit brúka ov nógv tíð at loysa tað. Í verjupartinum standa vit væl, vit halda teimum í stóran mun leingi, men har eru nøkur keðilig mál, sum fara ígjøgnum tá ið hondin er uppi. Man kann siga, at um tey málini ikki høvdu komið, so hevði dysturin kanska verið javnari ella javnur. Men tað blívur tað so ikki ordiliga, sjálvt um vit virkuliga geva alt ið vit áttu í seinna hálvleiki. 

Hvat gera tit rætt í seinna hálvleiki?

- Eg veit ikki um vit gera so nógv rætt, vit fingu loyst tær avbjóðingar ið vit høvdu við teirra verjuspælið, og tá koma málini tað lættari. Vit spæla ikki okkara besta spæl í seinna hálvleiki, langt frá. Men vit kempa kanska 5% meira, og so fáa vit loyst hasa góðu verjuna hjá teimum í mun til fyrra hálvleiki, uttan tó at vit fáa havt hana har vit vilja. Vit hava problemir at sleppa ígjøgnum stóran part av dystinum. 

Hvussu skulu tit nú arbeiða víðari í landskappingini?

- Har eru vit tvey stig aftanfyri 2. plássið, sum gevur atgongd í finalurnar, og vit hava ein dyst færri. Vinna vit tann dystin vit hava minni, so er púra javnt. Har mugu vit royna at gera okkara besta, vit hava gott lið, men ikki ein breiðan hóp, so tað ræður um at kempa, og arbeiða sera hart. Vit hava víst teir seinastu tríggjar dystirnar móti VÍF og H71 at vit kunnu, og tað er tað vit skulu blíva við við, segði Teitur Joensen við JN.fo í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder