Eftir dystin í Kollafirði í kvøld, hittu vit Teitur Joensen hjá KÍF, sum vit settu nakrar spurningar.
Hví fingu tit ongatíð tað skjóta spælið fram í kvøld?
Les eisini: Jónleif: Vit kunnu bara takka okkum sjálvum
Teitur: Eg veit faktist ikki. Vit byrjaðu dystin fínt, álopsspælið gekk væl og verjan stóð væl. Trupulleikin vit renna okkum í er, at aftaná teir fyrstu 5-10 minuttirnar - ella kanska aftaná 5-6 ella 7 minuttir, tá byrja vit at brenna, tað ávirkar okkum so mikið, at vit eisini gevast at spæla orduligt álopspæl. - Men annars má eg siga, at Neistin er væl fyri hendan dystin, teir spæla eisini ein øðiliga góðan dyst. Tað er eisini orsøkin til, at okkara avrik ikki var eins gott, sum tað var seinasta vikuskiftið ímóti Neistanum.
Tá ið næstseinasta time-out verður tikið í 54. minutti eru tit afturút 19-23 - hvat segði Jeppe tá við tykkum?
Teitur: Hann segði ikki so nógv - eitt time-out varð tikið beint áðrenn og tá avtalaðu vit, at vit fara inn og geva alt vit eiga, tá eru 8 minuttir eftir og vit eru afturút við 5 málum (16-21) - Tá ið so tað seinasta time-out varð tikið av teimum - eg haldi at málmunurin var 19-23 - tað einasta vit tosaðu um er at blíva við og at tapa við minst møguligum málum, tí málini kunnu koma at telja. - So vit avtalaðu bara um at blíva við - tað gjørdu vit - og tað gav úrslit.
Hvussu var kenslan teir seinastu 4-5 minuttirnar, tá ið tit fingu so nógv mál?
Teitur: Tað føldist øgiliga væl - tað føldist sum okkurt loysnaði hjá okkum, sum ikk var har áðrenn - og tað var øðiliga - øðiliga stuttligt - Men vit mugu eisini ásanna tað, at hetta stigið er svína-etandi heldugt - hetta var eitt tað heldigasta stigið eg havi verið við til at fingið, segði ein fegin Teitur Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald