Teistin avlýsir í dag tveir dupulttúrar. Talan er um túrin av Gomlurætt kl. 19.15 og úr Skopun kl. 20.15 og av Gomlurætt kl. 21.00 og úr Skopun kl. 22.30.
Teistin siglir túrin úr Skopun kl. 18.00 og síðani verður ikki siglt aftur úr Skopun fyrrenn kl. 22:45 og av Gomlurætt kl. 23.15
Túrarnir eru avlýstir, tí vatntangarnir verða reinsaðir í Havn og vatn tikið umborð. Vanliga verður vatn tikið umborð í Skopunar havn, og hetta varð eisini gjørt fríggjadagin. Men royndir hjá Heilsufrøðilgu Starvsstovuni vístu leygardagin, at E-koli bakteriur vóru í vatninum. Beinanvegin setti Strandferðslan tiltøk í verk, so vatnið ikki varð drukkið umborð. Nú er neyðugt at reinsa tangarnar og fáa nýtt vatn umborð, og tí verða tveir dupulttúrar í dag avlýstir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald