Politikkur

Teir útvaldu

...

2015-08-24 18:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tey sum starvast í fiskivinnuni í dag, reiðarar og partaeigarar í fiskivinnufyritøkum, eru ikki politiskt útvald, sum Høgni Hoydal, Magni Arge, Poul Michelsen, Aksel Johannesen, Sjúrður Skaale og fleiri við teimum, royna at billa fólki inn.

Sum í øllum øðrum vinnum, hevur skipanin, vinnan, valt tey út, sum starvast í fiskivinnuni í dag. Nøkur hava verið í vinnuni í mong ár, meðan onnur eru nýggj í vinnuni.

Hetta vita omanfyri nevndu, men í staðin fyri at greiða frá, hvussu teirra uppboðssøluskipan skal virka, royna teir at villeiða veljaran við ósannindum.

Sjónvarpið royndi við fleiri sendingum í vetur at prógva sama páhald, men tey funnu einki, tí har er ikki nakað at finna.

Teir vilja sjálvir sleppa at stýra vinnuni. Teirra uppbosøluskipan er ein ???krógva kommunisma???, har teir umvegis eina almenna uppboðssølu vilja sleppa at gera av, hvør skal fáa fiskirættindini. Tað er orsøkin til, at teir ikki vilja greiða veljaranum frá, hvussu skipanin skal virka.

Tað sum í dag er yvirskotið hjá vinnuni og skapar arbeiðspláss og vælferð kring alt landið, skulu teir við uppboðssøluskipanini taka inn í landskassan ella í serligan grunn, har teir so sjálvir sleppa at spæla jólamenn og býta út.

Teir hava roynt at leita, men hava ongan funnið, sum hevur eina skipan, har øll veiðirættindini alla tíðina verða seld á uppboði. Ongan í allari verðini.

Hóast tað, vilja teir nýta skriviborðsprojektið at eksperimenterað við allari okkara høvuðsvinnu. Eitt eksperiment sum fær álvarsligar avleiðingar fyri alt samfelagið.

??ll kenna eksperimentið við LaFayette, sum somu flokkar stóðu fyri.

??ll londini kring okkum, sum vit kappast við, hava somu fiskivinnuskipan sum vit, t.v.s. eina loyvisskipan við umsetiligum kvotum.

Vinnan er í einari kappingarstøðu hvønn dag, og arbeiðir undir fullum marknaðartreytum. Okkara vinna er fult á hædd við vinnurnar í okkara grannalondum.

Skipanin virkar soleiðis, at vinnan sjálv velur tey út, sum klára best at skapa størstu virðini, bæði til fyritøkuna og til samfelagið.

Tað er tí vit í dag hava eina blómandi vinnu, sum hevur megnað at skapt ein búskaparvøkstur, sum er ímillum teir størstu í okkara parti av heiminum.

Feløgini í fiskivinnuni nýta allan vinningin til at skapa nýtt virksemi og harvið fleiri arbeiðspláss, bæði í og uttanfyri Føroyar.

Vinnan dugur betur at skapa búðskaparvøkstur enn landskassin. Tí má vinnan sleppa at arbeiða við teimum pengunum, hon tjenar, so vit kunnu halda áfram við góðu gongdini.

Búskaparvøkstur kemur til alt fólkið. Tað er sjón fyri søgn. Har yvirskotið í feløgunum skapar nýggj arbeiðspláss, kemur vinningurin til alt fólki, og skapar vælferð kring alt landið.

Jacob Vestergaard

Valevni Fólkafloksins

Les fleiri lesarabrøv her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder