2014-04-08 02:48
07vestur.fo skrivar: Í Vágum eiga vit framúr góðar ungar leikarar, tað vita vit, og nú eru
teir farnir at leggja billett inn á besta liðið. Seinastur var Beinir
Guttesen úr Bø, sum fekk sín frumdyst í Klaksvík leygardagin. Seinastu
vikurnar hava eisini Silas Eyðsteinsson og Jóannis á Steig fingið sínar
fyrstu dystir á besta liðinum. Allir tríggir eru just vorðnir 16.
Jóannis
á Steig var ársins fyrsti debutantur, og tað var longu í øðrum umfarið,
tá hann kom á vøllin í 76. minutti á útivølli móti TB. Jóannis er
vinstra beintur og spælir fyri tað mesta á vinstra bakkplássi ella
vinstru miðju. Ungi sandavágsdrongurin hevur eitt sera gott skot, sum
eisini hava givið okkum fleiri mál upp ígjøgnum á ungdómsliðunum, bæði í
vanligum spælið og uppá deyðbólt.
Silas
Eyðsteinsson var kastaður í eldin fyri fyrstu ferð, tá hann byrjaði inni
móti AB í triðja umfarið á heimavølli á Valloyruni. Silas hevur eisini
spælt seg inn á U17-landsliðið, sum júst er farið til Wales at spæla.
Silas er málmaður, men tað eyðkenda við hansara spælið er framúr
bóltførleikin, sum ger, at vit kunnu halda uppá bóltin og byggja spælið
upp úr verjuni.
Spennandi verður at vit hvussu
hesir fara at klára seg komandi tíðir, og hvør verður næstur. Onkrir eru
farnir at røra uppá seg, t.d. fekk ein ungur sørvingur Sjúrður E. Petersen, eisini 16 ár, sín fyrsta dyst í vaksnamannadeildini, á okkara øðrum liðið móti Giza/FCH leygardagin.
Spennandi!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald