Ítróttur

Teir gomlu vunnu fyrstu venjingina

...

2015-03-25 03:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fyrireikingarnar hjá føroyska A-landsliðnum til dystin ímóti Rumenia eru av álvara byrjaðar. Týsdagin vóru tvær venjingar á skránni, og sum heild eru spælararnir væl fyri.

Seint seinnapartin mánadagin kom føroyski A-landsliðshópurin við monnum til Farum í Danmark, og næstu dagarnar fara føroysku spælararnir at halda til á Farum Park, ið er heimavøllurin hjá FC Nordsjælland.

Umstøðurnar í Farum eru framúr góðar. Leikararnir búgva á gistingarhúsinum, ið er partur av Farum Park, og kring stadion eru fleiri venjingarvøllir.

Klokkan tíggju fyrrapartin týsdagin hevði Lars Olsen fyrstu venjingina á skránni, og endamálið við hesi venjing var serliga, at heimligu spælararnir skulu venja seg við at spæla á grasi.

Fyrsta venjingin endaði við dysti millum teir ungu ímóti teimum eldru, sum endaði við 3-2 sigri til eldra ættarliðið.

Seinnapartin vóru spælararnir aftur á venjingarvøllinum, og tá var venjingin merkt av taktiska upplegginum, ið Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava til dystin í Rumenia. 

Stóra avbjóðingin hjá landsliðsvenjarunum hesaferð verður at manna føroyska miðvøllin, nú hvørki Hallur Hansson ella Fróði Benjaminsen eru tøkir. Har afturat skal nýggjur maður finnast á høgra bakk fyri Jónas ??ór Næs, sum heldur ikki er við hesaferð.

EM-undankappingardysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður sunnudagin klokkan 17:00 føroyska tíð.

Myndir

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder