Politikkur

Teir avrætta vinnuna á Vestaru Bryggju

...

2016-11-01 16:27 Author image
placeholder

Eru Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin við at avhøvda vinnuna á Vestaru Bryggju? Flokkarnir lurta ikki eftir vinnuni og skilja heldur ikki, at bryggjukanturin er lívæðrin hjá vinnuni.

Á tíðindafundi í vár boðaði samlaða vinnan á Vestaru bryggju greitt og týðiliga frá, at ymisku ætlanirnar, sum hava verið frammi seinastu árini, ikki sampakka við verandi vinnu. Fyrisiting, undirhald og skúlar hóska snøgt sagt ikki saman við vinnuvirksemi á havnarøkinum, sum er eyðkent av ferðslu og lossing, sum viðførir larm og órógv. Hartil haltar við trygdini, um tað floymir inn við fólki millum stór og rúgvismikil amboð.

Virksemið hjá vinnuni er tengt at bryggjukantinum. 444 skip vóru at bryggju har í 2015, og eini 2-300 fólk starvast á økinum, har skip landa, taka útgerð/trol, proviantera, bunkra, gera manningarskifti, og verða umvæld ??? umframt egning og alivirksemi.

Vinnan ynskir at menna økið. Møguleikar eru í bæði Sjóvinnuhúsinum og í Bacalao bygninginum, og fyritøkurnar á Vestaru Bryggju ynskja bert møguleikan at sleppa framat og skapa virksemi, sum er tengt at sjóvinnuni og tænastum í hesum øki. Men meirilutin í býráðnum vil ikki lurta og lætst ikki síggja vinnuna.

Fróðskaparsetrið skal sjálvandi hava sítt egna setur, ein bygning sum er sniðgivin og gjørdur til teirra tørv. Kommunan skal sjálvandi stuðla undir at byggja eitt setur (kampus) til Fróðskaparsetrið, men latið vinnuna eiga bryggjukantin og lurtið eftir teirra egnu orðum ??? bryggjukanturin er lívæðrin hjá vinnuni.

Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin vilja avhøvda vinnuna á Vestaru Bryggju. Til tað siga vit nei, kortanei! Lurtið eftir vinnuni og latið hana eiga bryggjukantin í frið. Tað gera vit í Tjóðveldi!

Marin Katrina Frýdal, býráðslimur

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder