Runavíkar kommuna:
Í dag kl. 14, legði Team Rynkeby Føroyar leiðina forbí Runavík. Ferðin til byrjaði í Klaksvík og eftir at hava verið í Fuglafirði, gekk leiðin til Runavíkar. Her stóðu barnagarðs- og dagrøktarbørn við fløggum og bjóðaðu súkklarunum vælkomnum.
Súkklararnir vóru bjóðaðir til ábit og hugnaløtu í býráðssalinum. Borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, helt røðu og sangir vórðu eisini sungnir.
Eftir hugnaløtuna, helt ferðaliðið leiðina fram til Streymnesar og síðani til Havnar.
Vit takka fyri vitjaninia og ynskja súkklarunum eina góða ferð víðari til París.
Røðan hjá Tórbjør Jacobsen sæst niðanfyri:
Solidaritetur á hjólum
Lívið er ein ferð. Ikki bara ein ferð úr vøggu í grøv, men í nógv størri mun ein kollektiv ferð niðaneftir á øllum mótum. Ein mennandi ferð móti nýggjum stórum málum. Ofta verður hildið, at hjólið er søgunnar størsta uppfinning, og tað framtakið, sum flutti menniskjað og heimin mest fram á leið. Okkara modernaða samfelag er óhugsandi uttan hjólið, og takk fái honum ella henni, onkrum góðum knokki í Mesopotamien, sum kom framá hugskotið fyri 5-6 túsund árum síðani. Um tað ikki hendi tá, hevði onkur annar skalli helst komið framá tað seinri, men har eysturi hava teir funnið tað á talvum, har eitt hjól er sett at dríva ein dragibonk, brúktur til framleiðslu av leirpottum. Onkursvegna eru vit sjálvi ein partur av einum størri hjóli, sum áhaldandi, stútt og støðugt, melur í hinum velduga kosmos. Jørðin er í grundini bara eitt stórt hjól, onnur likam í himmalrúminum við, eitt tekn um, at onki stendur í stað, at alt er í framdrift og uppdrift, áhaldandi á veg ímóti nýggjum málum. Løgið at tað skuldi taka menniskjanum væl fleiri enn 5 túsund ár at menna hugskotið til eitt hjólaprodukt sær sjálvum til fyrimunar, í flutningi, tað eru bara 200 ár síðani tann fyrsti primitivi hjólhesturin varð uppfunnin. Orðið bicycle merkir í grundini bara tvey hjól. Føroyingurin, sum leyp beint av rossabaki yvir á súkklusaðilin, súkklaði víðari fram á hjólhestinum og øðrum kendum lutum, sum vóru óhugsandi, var hjólið ikki uppfunnið, - og vælferðarstøðið er hareftir.
Í dag eru vit aftur á ferð. Sjálvur standi eg av góðum grundum í ketilsdrakt og bíði eftir at mynstra umborð á motorin ???Grinkil??? inni á Glyvrum. Startaði upp fyri løtu síðani, og um ein góðan tíma liggi eg, um Guð vil, suðuri við Hólman saman við einum flota av eldri træskipum, sluppum og motorum, sum tátta í túsund ár í aldri tilsamans, lutfalsligt heimsmet sigur onkur, sum eru on voyage til Vágs í Regattasigling. Í kvøld verður lagt inn á Havnina fyri at hvíla skip og leggir fyri náttina, og í sólarrenningini í morginárini eru vit aftur á ferð. Ávegis suðuryvir at hitta norðurlendskar brøður og systrar, sum vitja oyggjarnar í hesum døgum. Soleiðis ferðast vit ímillum oyggjar og til og frá oyggjunum.
Í mun til tykkara átak er hetta dagdvølja og royndin at halda stásið við líka hesum tjóðararvinum viðvíkjandi. Tykkara ferð er ein onnur. Hon hevur eitt hægri mál. Solidaritetur á hjólhestum. So víst sum flytifuglarnir koma og fara, fara og koma Rynkeby súkklararnir, og endamálið er moralskt og etiskt í eini heilt serligari sferu. Samfelagið stendur bara uppi, um tey fullføru klára seg sjálvi og væl tað, soleiðis, at yvirskotið ??? rómin - úr teirra verkið kann fara til at lyfta tey ófullføru, veiku og sjúku longur upp við sosiala elevatorinum. Umfordeilingin, ið heldur naglunum í samfelagnum í bulinum. Sum Bjartalíð prestur segði í prædikuni seinasta sunnudag í Glyvra kirkju: Hetta er stórbæri arvurin úr kristnu læruni. Tað er tykkara verk, at brúka egnan mátt og megi teimum illa álopnu til fyrimunar. Sunnar sálir í trýstroyndum kroppum aksla nú aftur síni skinn við hesi børnini, sum ikki komu so væl frá lívsins starti sum onkur annar.
Hetta er stórbært. Eftir at eg fataði ætlanina við hesum, Rynkeby fall ikki so væl í oyruni á einum føroyskum patrioti áðrenn tað, havi eg havt alra størstu virðing fyri hesum átakinum. Tað er ikki hvørsmansverk at súkkla allan hendan teinin, úr Føroyum til bý býanna París, tey fægstu gera tað fyri sportin, og tit gera tað fyri at fremja eina óvanliga góða sak. Fyri at bøta um lívið hjá hesum børnunum, ið vóru so meint rakt av krabba. Lagnunnar speisemi er tað eisini, at tað var stórroykjarin Knud Vilstrup, sum í Rynkeby kantinuni kom við hugskotinum at súkkla til París, eisini fyri at síggja Tour de France súkklararnar koma á mál í stórstaðnum. Hóast roykjaralungu fekst hann ikki at leggja av, at súgva úr hesi drepandi plantuna, tubbakkinum, men umvegis súkkluna ynskti hann at fáa sær eitt betri lív, og síðani hevur hetta átakið vaksið seg til eitt momentum í bardaganum andvegis krabba hjá børnum. Gott at føroyingar eisini settu seg á hendan hestin, hendan hjólhestin hevði eg nær sagt, tí umframt fræga tankan, gevur tað okkum eina tignarliga støðu ímillum fremmand fólk á hesum mótinum.
Bastilludagin 2008 stóð eg á Avenue des Champs-??lysées saman við tíggjutals túsundum av menniskjum og fagnaði fronsku tjóðini. Í nýggjari tíð eigur ongin høvuðsstaður eina søgu, sum kann metast við hana hjá París. Tak bara Parísarkommununa, sum ongantíð doyr í politisku terminologiini, hóast hon bara andi í 72 dagar, og allar teir stóru tankarnar, sum ymiskir heimspekingar hava hugsað har, og sum hava gjørt mun úti í øllum heimsins heraðshornum. Vald og tankar eru eisini á ferð, tann dagin í 2008 komu vinmenninir Nicolas Sarkozy og sýverski forsetin Bashar al-Assad koyrandi ígjøgnum mannamúgvuna í opnum hernaðarvagni, meðan lágtflúgvandi mirage-stríðsfløgførini spýttu litaðan royk úr útstoytunum, og hernaðartyrlur dampaðu og vappaðu yvir fjøldini. Nógv er hent síðani. Sarkozy er fallin og al-Assad hevur gjørt enda á stórum parti av sínum egna fólki, og knúst hesa gomlu kulturmaktina Sýria í stumpar og stykkir.
Tit fara til París við øðrum fyri eyga, og koma heimaftur í betri ørindum enn al-Assad ta ferðina. 1. apríl í ár hevði onkur í speisemi lagt tað út á heimasíðuna hjá Runavíkar kommunu, at borgarstjórin ætlaði sær at súkkla við Rynkeby úr Føroyum til París í summar. Hetta var ein av aprílsøgunum, sum onkur trúði, og eg hevði nógmikið við at avsanna treystið í henni. Veit ikki um nakar kappingarhjólhestur er so stinnur, at hann stendur undir corpusinum heldur, men tit hava helst hoyrt um hitt danska parið, sum ætlaði sær at súkkla kring um alt Danmark, men komu bara hálvan vegin, tí at konan ikki dugdi at snara til vinstru. Tað hevði eg kanska megnað - um ikki annað.
Tit villast ikki hesaferð, somikið veit eg, gav tykkum eina kumpass seinastu ferð tit vitjaðu, men eina lítla hjálp fáa tit frá okkum, til stríðið ímóti barnakrabbanum, og sum teir gomlu plagdu taka til: Jesus fylgi tykkum á ferðini.
Torbjørn Jacobsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald