Ítróttur

Team Klaksvík vann uppibornan sigur á KÍF - myndir

...

2014-11-13 04:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Team Klaksvík skrivaði søgu í Kollafirði í kvøld, tá ið teir á fyrsta sinni vunnu á KÍF.

Sigurin var fult uppiborðin, tað sá út til, at føroyameistararnir frá í fjør eru mettaðir, teir komu snøgt sagt ongantíð í gongd í kvøld, eingin hóttan og eitt ótal av upplagdum málkjansum, sum ikki góðu mál, hinvegin so bjargaði málmáðurin hjá TK - Dragan Kordic eini rúgvu og var avgjørt besti maður á vøllinum í kvøld.

Í fyrra hálvleiki byrjaði TK nógv betri, teir komu uppá 6-1 í 10 minutti og góðu harvið kollfiðringum ein ordans hvøkk, sum teir faktiskt ikki komu yvir. Hálvleiksstøðan gjørdist 8-15 til TK.

Í seinna hálvleiki gekk meira javnt á, KÍF gjørdi onkra roynd at hála tað tapta inn aftur, men tað lat TK teir ongantíð sleppa. ??rslitið gjørdist ein tryggur 23-30 sigur til TK, sum var fult uppiborðin í kvøld.

KÍF gjørdist í fjør FM-vinnari og TK endaði aftast í kappingini. TK- hevur í ár eitt gott lið, sum saktanst kann bjóða øllum liðum av. Liðið hjá KÍF hevur stórt sæð somu manning, sum teir høvdu seinasta ár, men har riggar illa, hvat feilurin er, er ikki gott at meta um, men grammleikin manglar. Í kvøld var Nicklas Selvig aftur við, men hann fór av vøllinum við skaða.

KÍF og StÍF liggja nú niðast við 4 stigum, á stigatalvuni hevur TK eisini 4 stig, men teir hava vunnið kæruna um dystin ímóti Kyndli, TK hevur sostatt 6 stig.

KÍF: Pætur H. Skýlingdal, Kristoffur Karlsson, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Janus Jacobsen, Pætur Johannesen, Teitur Joensen 2, Hjalti Matras, Hans Eli Sigurbjørnsson 3, Nicklas Selvig 5, Rógvi Weihe, Fríði Weyhe 1, Poul Finnur Egholm 7, Jákup Trygvason 4, Ási Dam 1 og Vilhelm Magnussen.

Team Klaksvík: Dragan Kordic, Rasmus Magnusson, Beinur Heðinsson 2, Dánjal Kjærbo, Bogdan Florea 12, Beinir Johannesen, Suni Johannesen, Vilhelm Vilhelmsen 2, Andrias Ellingsgaard 3, Sámal á Tjaldrafjøtti 5, Dusko Petrusic 2 og Jens Pauli Mohr 4.

Støður:

5. min. 0-2

10. min. 1-6

15. min. 4-9

20. min. 6-11

25. min. 8-13

30. min. 8-15

35. min. 11-19

40. min. 13-21

45. min. 16-23

50. min. 17-24

55. min. 19-27

60. min. 23-30

Dómarar:  Thomas Juul Thomsen og Heri Petersen.

Áskoðarar: 100

Tveir aðrir dystir eru leiktir í kvøld:

VÍF-Neistin 30-21

Kyndil-StÍF 21-20

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF82161734314
2Kyndil81851612411
3H7171751393610
4Neistin8178206-287
5StÍF8185201-164
6KÍF7170186-164
7Team Klaksvík8188231-434










Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder