Ítróttur

Team Klaksvík skal hava nýggjan venjara

...

2015-11-07 04:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Team Klaksvík og venjarin, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, eru komin ásamt um, at Svein Rógvi fer frá sum venjari hjá besta liðinum. Svein Rógvi hevur staðið á odda fyri liðinum síðan á sumri 2013, og er komin til ta niðurstøðu, at tíðin er komin til, at felagið skal finna sær ein nýggjan venjara, tað skrivar Nordlysid.fo. 

Svein Rógvi hevur lagt nógva orku í at uppbyggja ein rímiliga sterkan hóp, og heldur sjálvur, at nú er tíðin komin til at fáa aðrar kreftir til, so arbeiðast kann víðari uppá liðið. Svein Rógvi fer tó ikki so langt, tí hann fer framvegis at taka ein hond í hjá felagnum.

Team Klaksvík fer at brúka komandi dagarnar til at finna rætta mannin at avloysa Svein Rógva, veit Nordlysid.fo at siga í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder