Ítróttur

Team Klaksvík lorkaði tað burtur í seinasta minuttinum

...

2016-09-25 19:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Team Klaksvik hevði í dag vitjan av StÍF. Team Klaksvík førdi allan dystin, og førdi við trimum í hálvleikinum 12-9. StÍF kom uppá javnt 14-14, men so fór Team Klaksvík aftur frá og komu á odda 20-15. Tá ið farið var undir seinasta minuttin, var støðan 24-21 til Team Klaksvík, men StÍF gjørdi alt fyri at koma uppá javnt, og fingu 3 mál í seinasta minuttinum - sostatt endaði dysturin 24-24.

Team Klaksvík: Jesper H. Laustsen, Aron K. Kacobsen, Rasmus S. Magnusson, David L. Danielsen, Birgir Poulsen 2, Jacob Knudsen 2, Aron G. Joensen, Hans Arne Thomsen, Hanus Norðberg 3, Beinir Johannesen 4, Einar Dam 1, Finnur Hansson 7, VIlhelm Vilhelmsen 2, Henrik Justesen 1, Jens Pauli Mohr 2 og Petur Martin Eliasen.

StÍF: Carsten Bang, Fríði R. Djurhuus 2, David Jacobsen 1, Allan Norðberg 6, Pætur G. Joensen 3, Pætur Johansen 2, Sveinur Justinussen 4, Tummas Simonsen 2, Eli Gærdum, Borgar M. Person, Jógvan G. JOensen 2, Marius Joensen, Rúni Nicclassen 2 og Eyðbjørn Eiriksson.

Støður:

5. min. 3-1

10. min. 4-1

15. min. 8-4

20. min. 9-5

25. min. 10-6

30. min. 12-9

35. min. 14-13

40. min. 17-14

45. min. 20-15

50. min. 21-18

55. min. 23-20

60. min. 24-24

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder