Team Klaksvík tók í kvøldl ímóti oddaliðnum úr Vestmanna - VÍF.
Vestmenningar gjørdust ikki sørt kløkkir av hvussu uppsettir Team-Klaksvík mennirnir vóru í kvøld. TK legði seg á odda beinanvegin, teir lótu heldur ikki VÍF koma framum í fyrra hálvleiki, tó kom VÍF uppá javnleik í 20. minutti 8-8, TK tók aftur leiðsluna og kunu fara til hálvleik við støðuni 14-13.
VÍF-venjarin Ingi Olsen, hevur helst givið sínum monnum ein uppsang í hálvleikinum, tí liðið kendist ikki aftur tá ið 2. hálvleikur var bríkslaður í gongd. Longu í 35. minutti førdi VÍF 15-18, vestmenningar drógu longur og longur frá TK og vunnu dystin 24-33.
Bestu málskjúttar hjá TK vóru Bogdan Florea við 11 málum og Vilhelm Vilhelmsen við 7 málum.
Bestu málskjúttar hjá VÍF vóru Julian Olsen og Áki Egilsnes, sum fingu 7 mál í part.
Málmaðurin hjá VÍF Niklas Simonsen stóð ein branddyst - og má sigast, at hann var besti maður á vøllinum.
Í morgin verða hesir dystirnir:
Sunnudagin kl. 16.00 StÍF ??? H71
Sunnudagin kl. 16.00 KÍF ??? Kyndil
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald