Ítróttur

Team Klaksvík er nýtt oddalið í FTZ-deildini

...

2017-10-11 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Team Klaksvík tók í kvøld móti StÍF í FTZ-deildini hjá monnum í hondbólti. Team Klaksvík hevur fingið eina góða byrjan uppá kappingina, og hevði undan dagsins dysti vunni seinastu tríggar dysturnar. 

Tað var StÍF ið byrjaði betri, og løgdu seg beinavegin nøkur mál framum. Hálvleiksstøðan var 10-15, so tað var væntandi at strandingar fóru at vinna dystin, men so bleiv ikki. Teir 300 áskoðarnir í Klaksvík í kvøld fingu ein spennandi seinna hálvleik. Tá ið 48. min. vóru leiktir var støðan 19-23 til StÍF, og tá ið 55. min. vóru farnir var støðan 24-23 til Team Klaksvík, Team Klaksvík vann dystin 26-25.

Team Klaksvík: Ludvík Z. Súnasson 6, Hørður F. Sigtórsson 5, Sámal á Tjaldrafløtti 4, Finnur Hansson 3, Petur Martin Eliasen 3, Jens Pauli Mohr 3, Hans Arne B. Thomsen 1 og Andrias Ellingsgaard 1.

StÍF: Jóannes Prestá 8, Pætur Johansen 7, Sveinur Justinussen 4, Djóni Petersen 3, Allan Norðberg 1, Tummas Simonsen 1 og Pætur Joensen 1.

Støður: 

5. min. 1-4

10. min. 3-6

15. min. 5-8

20. min. 6-10

25. min. 8-12

30. min. 10-15

35. min. 14-17

40. min. 16-19

45. min. 16-20

50. min. 20-23

55. min. 24-23

60. min. 26-25

Støðan
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Team Klaksvík511711618
2H71410690167
3Neistin5122112107
4VÍF411411314
5StÍF5134142-84
6Kyndil5115122-72
7KÍF4101114-130

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder