Ítróttur

Team Klaksvík ætlar sær minst at vinna ein dyst

...

2017-09-11 13:04 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Landskappingin í hondbólti byrjar aftur komandi vikuskiftið. Vit hava prátað við leikandivenjarin hjá Team Klaksvík, Finnur Hansson, og spurt hann hvat teir í Team Klaksvík vænta av kappingarárinum sum stendur fyri framman.

Team Klaksvík hevur havt tað trupult í bestu mansdeildini síðani felagið kom uppí hana. Finnur Hansson sigur, tá ið vit spyrja hann hvussu Team Klaksvík hevur fyrireika seg til kappingina, at teir hava styrkivant í alt summar, og hava fyri stuttum eisini verið á einari venjingarlegu í Íslandi.

Team Klaksvík hevur mist nakrar spælarar, teir høvdu fýra danskarar á liðnum í fjør, sum felagið ikki fekk nóg nógv burturúr, teir eru allir farnar avstað aftur, og so er Hanus Norðberg givin.

Felagið hevur fingið aðrar leikarar til, og har eru Hørður Fannar, Ludvík Súnason og málverjin Mark Dahl.

Fyrsta sum Team Klaksvík skal klára hetta kappingarárið - er at vinna ein dyst, sigur Finnur, tá ið tað er klára - verður nýtt mál sett.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder