Ítróttur

Team Klaksvík ætlar at vísa tenn á heimavølli

....

2015-09-19 14:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Team Klaksvík brynjar seg til eitt spennadi kappingarár. "Einki lið skal koma av vøllinum í Badmintonhøllini og ikki hava fingi ein ordans umgang" - tað sigur venjarin Svein Rógvi Nielsen, sum í dag svarar spurningum um Team Klaksvík.

Team Klaksví skal spæla sín fyrsta dyst 26. september, tá ið teir fáa vitjan av føroyameistarunum úr Vestmanna.

Hvat vænta tit av kappingarárinum?

Kappingarárið verður hart hjá Team Klakasvík, okkara truppur er sera tunnur, men arbeiður hart. Vit skulu verða betri fyri taktiskt og fysiskt í ár, eisini skulu tað koma nógva fleiri sigrar á heimavølli, samstundis er okkara vón, at tað koma nógv fleiri áskoðarar at hyggja í Klaksvík.

Hvat er tykkara mál?

Vit hava sum mál at kunna fylgja nógv betri við í dystinum í ár og vísa nógv betri moral, samstundis so skal okkara verja blíva nógv betri.  Onki lið skal koma av vøllinum í Badmintonhølluni og ikki hava fingið ein ordans umgang

 

Hvat er tykkara besta vápn?

Okkara besta vápn eru skjúttar og ein krútsterk verja.

Hvørji lið vænta tit fara at kappast um FM-heitið?

H71, KÍF og Neistin.

Hvussu sær tykkara hópur út?

Vit hava mist Dragan, men hava fingið Hanus Norðberg og Kristoffer Rothaus. Men vit eru nokk bert eini 10-12 mans so sera tunnur hópur.

Hvørjar spælarar hava tit mist?

Dragan

Hvørjar spælarar hava tit fingið?

Hanus Norðberg og Kristoffer Rothaus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder