Ítróttur

TB vann í dag 3-2 á Drátti.

...

2015-03-30 00:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dráttur og TB hittust til fyrsta finaludystin á Tvøroyri í dag - skipanin er, at tann sum vinnur flest av 3 dystum er føroyameistari.

5-settari skuldi til fyri at finna vinnaran í fyrsta dystinum. Dráttur vann bæði tey fyrstu settini lættliga, fyrsta sett endaði 17-25 og 2. sett endaði 15-25, men so kom TB í gongd, tær vunnu 3. sett 25-20, 4. sett 25-17 og 5. sett 15-10. Samanlagt vann TB 3-2.

Næsti dysturin verður leiktur í Høllini á Hálsi mikudagin 1. apríl kl. 20.30.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder