Ítróttur

TB vann 2-0 á 07Vestur - myndir

...

2014-05-24 22:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Oddaliðið í 1. deild - TB fór við øllum stigunum av Valloyrini í dystinum ímóti 07Vestur, TB vann 2-0 og hevur nú 33 stig, næst teimum kemur B36 við 23 stigum fyri 11 dystir - 07Vestur hevur 16 stig.

Dysturin var tamur við fáum málmøðuleikum, tað kom heldur einki mál í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur líktist nógv fyrra hálvleiki, nógvir langir bóltar, sum álopini ikki fingu tamarhald á. Tað vóru eingi væluppbygd álop at síggja - dysturin kann tí ikki sigast at vera ein av teimum góðu - heldur tvørturímóti.

Men tá ið 20 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki slapp ein TB-leikari (nr. 20) at reka úr vinstru síðu inn ímóti brotsteiginum, har hann langaði til og bólturin endaði í málinum til 1-0 - seinna málið hjá TB kom 2 min. fyri leiklok, tað líktist fyrra málinum, 07Vestur verjan var alt ov passiv, og kundi TB álopið tí senda bóltin aftur í netið til støðuna 2-0.

1. deild menn 2014

Nr.
Lið
DVJTMálS
1
TB
11
11
0
0
27-8
33
2
B36 II
11
7
2
2
28-15
23
3
FC Suðuroy
10
5
2
3
15-12
17
4
07 Vestur
11
5
1
5
13-17
16
5
AB II
11
4
2
5
17-14
14
6
Víkingur II
10
3
4
3
13-13
13
7
NSÍ II
11
4
1
6
18-22
13
8
EB/Streymur II
11
3
2
6
17-25
11
9
KÍ II
11
1
4
6
14-24
7
10
HB II
11
1
2
8
14-26
5

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder