2015-03-23 05:07
Í kappingini um at koma í finaluna í Eikliguni í flogbólti, stendur á jøvnum millum TB og Fleyr, sum í vikuskiftinum hava leikt tveir hálvfinaludystir - tann fyrra á Tvøroyri og tann seinna í Havn, liðini hava vunnið hvør sín dyst, tí skal 3. hálvfinaludysturin leikast á Tvøroyri fríggjadagin.
Hinvegin er greitt, at Dráttur verður annað liðið í Eikligu-finaluni, Dráttur vann í vikuni báðar dystirnar ímóti SÍ, tann fyrra 3-0 og tann seinna 3-2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald