Ítróttur

TB, FC-Suðuroy og Royn fara at samstarva komandi ár

...

2016-12-15 20:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú er greitt, at TB, FC-Suðuroy og Royn fara at samstarva komandi kappingarár. Samstarvið umfatar EFFO-deildina, 1.deild, 2.deild og 3.deild.

Tað gjørdist greitt eftir at eykaaðalfundur hevur verið í kvøld - tað vórðu stórir meirilutar í øllum feløgunum fyr einum samstarvi komandi kappingarár.

Sum skilst, so skulu øll nøvnini brúkast og búnin verður grønur.

Heimavøllurin hjá EFFO-deildini verður á Tvøroyri.

Avtalan er fyribils bert galdandi fyri 2017.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder