2015-11-18 18:38

Danska løgreglan legði hesi boð út á Twitter fyri løtu síðani: "Vi er til et mistænkeligt forhold i lufthavnen, Kastrup. Terminal 3 rømmes. Intet yderligere pt. #politi.dk".
"Vit vita ikki, hvat er í taskuni, men vit taka ongar kjansir, og eru tí byrja at rudda terminalin," sigur pressustjórin fyri flogvøllin í Kastrup, Rasmus Winther við svenska blaðið Expressen.
Dagført kl 12:25: Tær fráferðir sum kunnu flytast til terminal 2 eru fluttar har til, men fólk kunnu vænta seinkingar í flúgvingini í dag, skrivar Copenhagen Airport á Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald