Ítróttur

Taptu 3- 0, men samanlagt góð fyrireiking til Oyggjaleikirnar

...

2015-06-21 20:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Endaspælið hjá manslandsliðnum í flogbólti er liðugt á hesum sinni, tá seinasti dysturin í dag í Luksemburg varð leiktur ímóti Kypros, sum í einum sera góðum dysti í gjár tapti 3-2 ímóti Luksemburg.

Sum vantað gjørdist mótstøðan sterk, og um ein sigur skuldi fáast heim, varð neyðugt, at allir leiktu uttan persónligar feilir, og at blokkurin kom upp á eitt munandi hægri støði enn undanfarnu dystir.

Men hetta gekk ikki, og liðið leikti sín vánaligasta sett í kappingini í fyrsta setti, sum liðið tapti 25-12 ??? møguliga hevur ferðin til Jersey í morgin longu sett seg í høvdið á leikarunum.

Í øðrum setti vóru føroysku leikararnir nógv betri við í dystinum og megnaðu at fylgjast við Kypros umleið 2/3 av settinum, men so setti kypriotiska liðið inn við sínum besta spælið, og vann 25-18.

Eisini triðja í triðja setti vísti Kypros trygt spæl, og hevði ikki hevði trupulleikar at spæla seg til ein tryggan sigur upp á 3-0, og var tað serliga sterki blokkurin og góða álopsspælið hjá Kypros, sum tryggjaði teimum sigurin. Men enn eitt vánaligt sett av føroyska liðnum, sum tapti 25-11.

Komandi leygardag byrja Oyggjaleikirnir, men sum sagt, so kemur føroyska manslandsliði ikki heim til Føroyar, men fer beinleiðis til Jersey at gera tær seinastu fyrireikingarnar til kappingina.

Venjarin Bárður Bendix Mikkelsen sigur í stuttari viðmerking, at kappingin hevur verið ein góð fyrireiking til Oyggjaleikirnar, og at hann eisini vónar, at hann tá hevur allar leikarar tøkar, tí ein av stuðlunum á liðnum, Bjarni Larsen, sum dagliga leikar í Noreg, ikki hevur leikt í Luksembourg, tí hann hevur havt skaða. Í dystinum í dag varð eisini avgjørt at allir leikararnir skuldu royna seg, og tí vóru nógvar útskiftingar, sum kanska eisini í ein ávísan mun órógvaði eitt meira stabilt spæl.

Samanlagt gjørdist Føroyar sostatt nr. 4 av teimum 15 londunum, sum eru undir Smátjóðunum í Evropa.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder