2016-05-02 21:12
Leicester er enskur meistari, tað hendi í kvøld tá ið Chelsea og Tottenham spældi á Stamford Bridge. Tottenham ið er á øðrum plássið í Premier League skuldi vinna dystin fyri at hava nakran møguleika at vinna enska meistaraheitið.
Tottenham kom eisini á odda bæði 0-1 og 0-2, men Chelsea kom við aftur í dystin, og fekk javna til 2-2 í einum sera hart spældum dysti.
Leicester hevur 77 stig eftir 36 dystir, og Tottenham hevur 70 stig somuleiðis eftir 36 dystir.
Claudio Ranieri var venjari hjá Grikkalandi tá Føroyar vann á teimum, hann var koyrdir eftir tað, og gjørdist síðani venjari hjá Leicester.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald