JN

Tannleysur valfundur á Giljanesi

...

2015-08-19 19:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Evnið á valfundinum á Giljanesi í dag var - Fátakaraváði - eitt viðkomandi evni, men alt ov lítið við bert einum evni til ein valfund - tey sum sótu í panelinum vóru tó dugnalig.

Fundurin byrjaði kl. 13.02, sum er eitt ókristuligt tíðspunkt til ein veljarafund, tí fólk sum arbeiða kunnu tá ikki møta. Av somu orsøk, so var samansetingin av áhoyrarum - børn, nakrir pensionistar og so nøkur fá fólk, sum høvdu frí um tað mundi fundurin var.

Meira lív var í lokalu veljarafundunum, áðrenn Føroyar blivu til eitt valdømi, tá var ofta so trongligt til fundirnar, at fólk komu í andaneyð - sera stuttligir og hartil spennandi valfundir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder