2017-06-01 16:05
Suni Joensen, tannlækni hevur selt Tannlæknastovuna í Sandavági til Joan P. Olsen, tannlækna.
Suni læt upp tannlæknastovuna í Sandavági á Krossmessu 1976. Hann hevur hesi árini starvast sum privatpraktiserandi tannlækni. Eisini hevur hann verið skúlabarnatannlækni.
Hann yvirtók skúlabarnatannrøktina hjá Sandavágs børnum tann 1. mai 1981 og hjá Miðvágs og Vatnsoyra børnum tann 1. mai 2013, so nú røkir Tannlæknastovan tenninar hjá øllum børnunum í Vága kommunu.
Hóast Suni nú hevur selt, ætlar hann at starvast á Tannlæknastovuni eina tíð enn, tí heilsan er góð og hugurin drívur verkið.
Suni og Joan vóru nú ein dagin á býráðsskrivstovuni og heilsaðu uppá borgarstjóran í Vága kommunu, har tey greiddu frá eigaraskiftinum og framtíðarætlanunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald