2016-05-04 15:08

Í sambandi við at tað eru 40 ár síðani Suni Joensen, tannlækni í Sandavági, byrjaði sítt virksemi í Sandavági, hevur Rósa Samuelsen, borgarstjóri verið og heilsa uppá.
Suni hevur ein stóran part av tíðini verið barnatannlækni hjá Sandavágs kommunu, tey seinastu árini hjá Vága kommunu.
Vága kommuna vil takka Suna fyri trúgva tænastu og gott samstarv.
Kelda: Vága kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald