Á tíðindafundi í dag legði S/pf Røkt eina ætlan fram, har føroyingar onga olju skulu brúka til at fáa streymorku til húsarhaldini í Føroyum - t.v.s. at ikki er neyðugt hjá SEV at útbyggja Sundsverkið, men heldur skal grøna orkan útbyggjast.
Ein nýggj vatnbyrging skal byggjast á Mýrum í Vestmanna, hon skal rúma 10 ferðir meira vatni enn núverandi byrging, sum er á uppi á Mýrum, síðani skal ein pumpuskipan byggjast í Heygadali, sum pumpar vatnið niðan aftur á Mýrarnar, tað skal gerast við vindorku, har 10 nýggjar myllur, sum eru nógv størri enn myllurnar vit í dag kennna her á landi, skulu setast upp um vestmannaleiðina - tá verður óneyðugt at framleiða el-orku úr olju í Føroyum - Eisini varð sagt, at fleiri egnaði økir eru í Føroyum, har slík pumpuskipan kann byggjast - nevnt varð í Suðuroy og onnur pláss eisini.
Tað er fyritøkan SWECO í Norra, sum hevur gjørt hesa ætlanina - á tíðindafundinum var ein filmur vístur, har tað sást, hvussu skipanin skuldi virka.
??tlanin er mett til at kosta 1,2 milliardir, men Jóhan í Nirðistovu, stjóri í Røkt, óttaðist ikki stóru upphæddina, hann roknaði við, at hetta gjørdist ein góð íløga, har nógvir føroyskir íleggjarar og útlendskir við, fóru at vísa ætlanini vælvild.
Um loyvi fæst til ætlanina nú, so kann alt takast í brúk um 3½ ár.
Sí myndirnar niðanfyri, sum tala fyri seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald