Hanus Kamban helt røðu tá ið bringumyndin av Jens Paula Heinesen varð avdúkað 2. páskadag.
Seinast í 50-árunum í farnu øld sást ein unglingi, um 27 ára aldur, spáka í Havnar gøtum. Hann var rættiliga høgur, mjávaksin, ljósur, við vøkrum, blíðum yvirbrá. Hann ritstjórnaði eitt uppískoyti av Dagblaðnum, hann rópti Mentir, og viðgjørdi har bókmentir, list og aldarinnar víðgongdu politisku stevnur, bæði tær høgrumegin og tær vinstrumegin. Hann tordi at vera individualistur, og eitt nú hevði hann at grindadrápi, sum tað tá varð framt ið hvussu er í høvuðsstaðnum her á landi.
Tað er henda mann, vit í dag eru komin saman at minnast og heiðra. Um tað mundið vit ungu varnaðust hann, hevði hann almannakunngjørt tvey verk, eitt søgusavn og skaldsøguna Yrkjarin í Selvík. Serstakliga henda seinasta bókin var sprækin av eini floymandi skrivigleði. Tá ið so tríbinda skaldsøguverkið Tú upphavsins heimur kom út, árini 1962-66, var greitt, at høvundsins ørindir vóru kritisk siðmenningarviðgerð. Hann vendi sínum kikara móti ferðini í samfelagnum, tí tekniska framburði, sum nú, hálva øld seinni, hevur umbroytt okkara land sum ongin onnur megi í túsund ár. Við einum nýggjum hugtaki ??? Sjeymílamaðurin ??? setti hann sína sjóneyku á, hvat ferð og framburður gera við menniskjans sál. Seinni kom sjeybinda skaldsøguverkið Á veg inn í eina óendaliga søgu. Í tí fyrra verkinum var viðgerðin kollektivt snarað, í tí seinna var ein einstaklingur miðdepil í søguni.
Longu í Mentum sást ein europeisk glæma skyggja av Jens Paula Heinesens skaldskaparliga veingjabreiði. Hansara fyrimynd var tann týski rithøvundurin Thomas Mann, hvørs skaldsøgur hann ungur las og umrøddi. Tað søguliga baksýnið fyri Jens Paula Heinesens verkum var, í staðbundnum samanhangi, tann bretska hersetingin í Føroyum, sum hann sjálvur hevði upplivað, og á tí europeiska leikpallinum tíðarinnar totaliteru stevnur - nazisman, fascisman og kommunisman. Hansara sjón sprettur úr einum slag av frástøðu, sum ger tað møguligt at síggja øll sløg av einsrætting, høgravend, vinstravend og víðgongd-religiøs, sum rák, ið hótta menniskjans frælsi, virðir og menning. Hesar hóttanir verða tiknar upp í skaldsøguni Frænir eitur ormurin, har okkara høvuðsstaður er leikpallur fyri eini orrustu millum vinnuligt afturhald og víðgongdan vinstrauppreistur. Eftir eitt høgrakvett sær eg-persónurin sínar bøkur verða brendar á Vaglinum í Havn.
Umframt at verja tann einstaka móti kreftum, ið vilja reka hana ella hann í rætt, er Jens Pauli Heinesen ein lívsgleðinnar hálovari. Vakrast sæst hesin hásongur í yrkingini ???Eitt dýpi av dýrari tíð???, har menniskjað verður lýst sum ein vallari á veg út í lívshavsins ørandi gátuføru sælu:
Tó veit eg, at dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim,
tá gentur og dreingir spenna
sum folar í dans og gleim.
Var Jens Pauli Heinesen spámaður? Eg veit ikki. Men Sjeymílamaðurin er í dag upp á gott og ilt spunasmiður hjá øllum føroyskum bygda- og býarpolitikarum. Vit brenna ikki bøkur, men tað nýtist okkum ikki, tí teir fjar- og fjølskygdu gandalutir, sum eru okkum so hentir, og sum vit øll í dag dyrka, treytaleyst sum fønikarar sín Baal, týna bókina skjótari enn á nakað bryggjubál.
Enn er tó bót á borði. Tað skal vera mítt ynski, at tey humanistisku virðir, sum Jens Pauli Heinesen umboðaði ??? menniskjans frælsi, andans, orðanna og vakurleikans ríki ??? aftur koma í sín kongastól í okkara landi.
Sandavágs bygd hevur nógv at vera stolt av, hvat ið viðvíkir mentan. Her steig Hammershaimb síni fyrstu spor. Slaka øld seinni yrkti Hans Andrias sínar barnarímur her. Árið eftir at hann fór hiðani, var rúnarsteinurin, ein tann best varðveitti her á landi, funnin. Og í dag, øld seinni, kunnu vit fegnast um minnisvarðan fyri Jens Paula Heinesen.
Eg fari til seinast at ynskja Vága Kommunu, fólki í Sandavági, Andreasi Andreassen myndahøggara og ??? seinast, men ikki minst ??? teimum avvarðandi hjá Jens Paula hjartaliga tillukku.
Hanus Kamban
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald