2015-08-15 20:49
Síðani hóskvøldið hevur politiið leitað eftir tí 5. Sea Shepherd liminum, sum skuldi útvísast av landinum.
Viðkomandi møtti sjálvur upp á politistøðini í Havn í dag, har hann kl. 12:02 bleiv handtikin.
Hann var seinnapartin í dag sendur av landinum við flogfari til Danmarkar.
Hini 4, ið blivu útvíst, fóru av landinum fríggjamorgunin tann 14. august kl. 04:00 við Norrønu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald