Í gjár var árliga jólakappingin hjá Sandavágs Talvfelag, telvað varð í pakkhúskjallaranum ??t´á Gjógv.
Henda kapping byrjaði sum "Sigvalds Cup" í gamla handlinum hjá Sigvaldi har hon var í fleiri ár, eisini hevur kappingin verið í seyðhúsinum í Reyn, eins og í talvhølinum í Føroya Banka - møguliga eisini í SÍF-húsinum.
Sigast má, at pakkhúshjallarin var sera hugnaligur til at hava tiltakið í.
Vinnari gjørdist Rógvi E. Nielsen, sum fekk 17½ stig av 18 møguligum, tað var bara bróðurin Høgni E. Nielsen, sum fekk tikið ½ stig frá Rógva.
??rslitini:
Rógvi E. Nielsen 17½ stig
Høgni E. Nielsen 17 stig
Carl Eli N. Samuelsen 16½ stig
Torkil Nielsen 14 stig
Johnny Petersen 13 stig
Silas Eyðsteinsson 12½ stig
Jonfinn Thomsen 11½ stig
Heri Christoffersen 10½ stig
Oddmar Ravnsfjall 9 stig
Dánjal Haraldsen 8½ stig
Jón í Horni Nielsen 7½ stig
Hans D. Joensen 6½ stig
Magnus Simonsen 6 stig
Jóannes Ortind 4½ stig
Ragnar Weihe 4 stig
Suni í Horni Nielsen 3½ stig
Allan Nielsen 3½ stig
Harry Ellefsen 3½ stig
Dánial Christoffersen 2 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald