Ítróttur

Talvkapping fyri børn og ung mikudagin 12. apríl kl. 15, í Løkshøll

...

2017-04-07 13:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Talvkapping fyri børn og ung mikudagin 12. apríl kl. 15, í Løkshøll (Runavík).

??ll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina ????

Telvað verður í 5 aldursbólkum:

  • 2 flokkur og yngri
  • 3 og 4 flokk
  • 5 og 6 flokk
  • 7 og 8 flokk
  • 9 flokk og eldri

Møguliga verða bólkarnir broyttir nakað ??? tá ið tilmeldingarnar eru komnar. Hetta fyri at fáa meiri javnt stórar bólkar.

Teir yngru bólkarnir (til og við 6 fl.) telva uttan klokku ??? tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meiri um klokkuna enn um talvið.

Teir elstu bólkarnir telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Steyp verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki.

Kappingin er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding í seinasta lagi týskvøldið 11 apríl kl. 20!
á telduposti: [email protected]
ella við SMS til tlf 221422.

Vinarliga upplýsið navn, aldur og flokk.

Kappingarnar eru fyri øll sum hava hug at telva

??? roynd, minni roynd og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði

??? tað er ikki at halda seg aftur !

Talvsamband Føroya

http://faroechess.com/

cropped-logo_fp.png

ungdomar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder