Ítróttur

Talvkapping fyri børn og ung, í Skúlanum á Argjahamri

...

2014-11-08 15:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Talvkapping fyri børn og ung sunnudagin 9. november kl. 14, í Skúlanum á Argjahamri.

??ll eru vælkomin at vera við, bara man dugir mannagongdina.

Telvað verður í 4 aldursbólkum:

ólkur E telvarar føddir í 2004 og yngri

Bólkur D telvarar føddir í 2002 og 2003

Bólkur C telvarar føddir í 2000 og 2001

Bólkur B telvarar føddir í 1998 og 1999

Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku - tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

Tey eldru telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki. Eisini sleppa 6 tey bestu í hvørjum bólki at telva um pláss til NM í finaluni, sum verður í Klaksvík 15/11.

Harumframt fáa øll okkurt fyri luttøkuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder