Ítróttur

Talv: Stór luttøka til steypakappingina og gallaveitsluna við Gjógv

...

2015-04-28 14:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað verður stór luttøka til steypakappingina og gallaveitsluna, sum Talvsamband Føroya skipar fyri leygardagin 2. mai, tiltakið verður á Gjáargarði við Gjógv.

Sandavágs Talvfelag hevur tilmeldað 3 lið, tað hevur Klaksvíkar Talvfelag eisini, Havnar Telvingarfelag kemur við 2 liðum, Vestmanna Talvfelag við einum og Tofta Talvfelag við einum, harafturat hava nøkur meldað til gallaveitsluna, so tilsamans verða eini 80 fólk.


Talvsamband Føroya  skipar aftur í 2015 - fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 02. mei 2015. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr.

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2014/15 - og við Gallaveitsluni - ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 - Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) - steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) - atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) - Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) - Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liðið. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2014, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 15 min. umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (5. min. í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 5 min. og svartur 4. min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Ognarsteyp, ferðasteyp og medajur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 75 14 22 (Finnbjørn Vang) . Tilmeldingarfreistin er 24. apríl 2015. Kostnaðurin er kr. 250 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 300. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Gisting

Fyri gisting við morgunmati er kostnaðurin 300 kr eyka pr persón. Avmarkað kømur eru á Gjáargarði, so tað er at skunda sær.

 

Takið lógvatak - og haldi fast - um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND F??ROYA

 

 

  

Seinast dagført ( Fríggjadagur, 10. apríl 2015 15:50 )

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder