Ítróttur

Talv: Steypakapping við Gjógv

...

2016-04-30 10:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Talvsamband Føroya skipar aftur í ár - fyri Steypakapping í talvi fyri lið. Tiltakið verður í Gjáargarði við Gjógv. Karmar og umstøður sum vísa seg at vera heilt framúr. Kappingin byrjaði kl. 11 í dag.

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2015/16 - og við Gallaveitsluni - ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu, tað skrivar Talvsambandið.

Hesi feløgini eru við:

KTF 2 lið
ST 2 lið
HT 1 lið
VT 1 lið
TT 1 lið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder