Ítróttur

Talv: Sandavágur vann greipuna 3. árið á rað

...

2015-05-02 22:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Steypakappingin í talvi fyri 2015 er telvað í dag. Kappingin er telvað á Gjáargarði.

Sandavágs Talvfelag vann eina sera spennandi kapping og eru harvið greipuvinnarar 3. árið á rað - Sandavágur fekk 44½ stig. 

Hóast Klaksvíkar Talvfelag setti føtur í bekk, fyri at vinna í dag, so gjørdust teir ov stuttir, teir endaðu ½ stig aftanfyri Sandavágs Talvfelag við 44 stigum.

Vit hava frætt av Gjáargarði, at kappingin var góð og spennandi til seinasta leik.

Í kvøld verður gallaveitsla hildin á Gjáargarði.

Vit rokna við, at fáa onkrar myndir sendandi frá veitsluni..

Tillukku við greipuni Sandavágs Talvfelag.

Les meira HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder