Ítróttur

Talv: Sandavágur vann 1. og 2. deild og Gøta vann 3. deild - myndir

...

2015-03-21 20:59 Author image
placeholder

 Sandavágur gjørdist stóri vinnarin av talvkappingini í ár, Sandavágur er føroyameistari 3. árið á rað, Sandavágur hevur vunnið FM í 1. deild tilsamans 4 ferðir. Í dag vann Sandavágur 4- 0 á Klaksvík og kom harvið uppá 35 stig av 40 møguligum, tað hevur einki annað felag klárað. Eisini vann Sandavágur 2. deild - 3. deild vann Gøta.

Støðan í 1. deild:

Sandavágs Talvfelag 35 stig (gull) føroyameistari

Havnar Telvingarfelag 23½ stig (silvur)

Klaksvíkar Talvfelag 20½ stig (bronsu)


Sandavágs Talvfelag vann eisini 2. deild, ST kemur sostatt at hava 2 lið í 1. deild komandi kappingarár. Fyri at finna nr. 2 og nr. 3 mátti umdystur til millum Havnina og Vestmanna, tá ið umdysturin var telvaður stóð enn á jøvnum, dysturin endaði 2-2-, so undir 2. umdistin, tá vann Havnin 2½-1½

Støðan í 2. deild:

Sandavágs Talvfelag 28 stig (gull) - flytir upp í 1. deild.

Havnar Telvingarfelag 25 stig + 4½ í tveimum umdystum

Vestmanna Talvfelag 25 stig + 3½ í tveimum umdystum.


Fyri at vinna vinnaran í 3. deild mátti eisini umdystur til - ikki bara ein - tí eftir fyrra umdystin stóð enn á jøvnum, teir telvaðu javnt 2-2. So var 2. umdystur settur í gongd, tá vann Gøta 4-0 á Havnini og vann sostatt 3. deild og flytir upp í 2. deild komandi kappingarár.


Støðan í 3 deild:

Gøtu Talvfelag 16½ stig + 6 í tveimum umdystum

Havnar Telvingarfelag 16½ stig + 2 í tveimum umdystum

Sandavágs Talvfelag 15½ stig.


Sí myndir HER.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder