Sjálvt um næstseinasta umfar ikki er liðugt, so er greitt, at Sandavágs Talvfelag er Føroyameistari 3. árið á rað. Sandavágur hevur í dag vitjan av Havnini. Talvið ímillum Høgna E. Nielsen og Martin Poulsen er ikki liðugt, men har sær út til, at Høgni vinnur.
Støðan í løtuni er 2½-½ til Sandavág - Sandavágur er harvið komin uppá 30 stig og kunnu tí ikki takast, sjálvt um eitt umfar er eftir at telva.
Rógvi Egilstoft Nielsen var ikki við í dag, tí hann skuldi leika fótbólt við EB/Streymi, men tann dysturin varð avlýstur tí ov nógvur kavi var á vøllinum við Meirgáir. Tí telvaði Silas Eyðsteinsson á 4. borði hjá ST, Silas gjørdi skjótt av og vann ein rudduligan sigur á Rúna Tindskar. skjótt eftir tað samdust Carl Eli N. Samuelsen og Herluf Hansen um javnleik - nú manglaði bara ½ stig, so var FM-heitið í hús, men Torkil Nielsen avgjørdi fyri løtu síðan við at vinna á Heiðrikki T. Jacobsen og støðan 2½-½ - Høgni og Martin Poulsen eru ikki liðnir, men Høgni stóð betri.
Vit á JN.fo ynskja Sandavágs Talvfelag og røsku telvarunum hjartaliga tillukku.
kl. 19 uppd. Høgni E. Nielsen vann talvið ímóti Martin Poulsen, sostatt vann Sandavágur 3½ - ½ á Havnini.
Støðan undan seinasta umfari:
Talva eftir styrki í 1. deild.
Rk. | Lið | 1a | 1b | 2a | 2b | 3a | 3b | 4a | 4b | 5a | 5b | 6a | 6b | TB1 | TB2 | TB3 |
1 | Sandavágur 1 | * | * | 1½ | 3½ | 3½ | 3½ | 3½ | 4 | 3½ | 4 | 4 | 31.0 | 16 | 0 | |
2 | Havnin 1 | 2½ | ½ | * | * | 2 | 2½ | 3½ | 1½ | 2½ | 4 | 4 | 23.0 | 13 | 0 | |
3 | Klaksvík 1 | ½ | 2 | 1½ | * | * | 2½ | 1 | 3 | 4 | 4 | 18.5 | 9 | 0 | ||
4 | Rókur 1 | ½ | ½ | ½ | 2½ | 1½ | 3 | * | * | 2½ | 2 | 13.0 | 7 | 0 | ||
5 | Klaksvík 2 | 0 | ½ | 1½ | 1 | 0 | 1½ | * | * | ½ | 3½ | 8.5 | 2 | 0 | ||
6 | Toftir 1 | 0 | 0 | 0 | 0 | 0 | 2 | 3½ | ½ | * | * | 6.0 | 3 | 0 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald