Ítróttur

Talv OL 2016: Í 9. umfari møta vit olympisku meistarunum

...

2016-09-11 10:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað verður vorðið sum avbjóðing hjá føroyska talvlandsliðnum í Aserbadsjan í dag. Vit møta sjálvum OL-gullvinnaraliðnum frá seinastu talvolympisku leikunum í Tromsø í 2014 ??? Kina!

Tað er at undrast á, at okkara vegir skulu umskarast so seint í kappingini. Vit trimum sigrum á rað hevur føroyska liðið vunnið seg heilt fram sum nummar 47 í røðini av teimum 180 londunum, sum kappast í Baku.

Kina, sum er styrkismett nummar 3, hevur óvæntað snávað í báðum seinastu dystunum, og er tí dragnað nakað í røðini. Í fyrradagin tapti Kina 3-1 fyri Onglandi, og í gjár 2½-1½ fyri Ungarn. Teir eru tí farnir á rull og eru í løtuni á 33. plássi.

Kinverjar vera helst ikki mjúkir at strúka í morgin. Hjá teimum man setningurin vera púra greiður í morgin. 4-0 móti Føroyum er eitt óreingiligt krav. Allir kinesisku telvararnir eru sokallaðir superstórmeistarar við meira enn 2700 í rating.

Okkara menn eiga at taka uppgávuna sum ein heiður og njóta løtuna. Vit hava alt at vinna, og einki at tapa.

Kelda: Talvsamband Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder