JN

Talv: NM-hópurin 2018 settur

...

2017-11-06 17:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Talvsamband Føroyar skrivar:

Sunnudagin varð NM 2018 úttøkukappingin í talvi telvað í Klaksvík. NM fyri skúlaungdóm verður hildið í Finnlandi í februar mánaða. Við vóru 23 luttakarar, býtt yvir 5 aldursbólkar, har tveir teir fremstu telvarnir í hvørjum bólki sleppa at umboða Føroyar til NM.

Spenningurin helt sær til seinasta leik í fleiri av bólkunum.

Í fýra teimum elstu bólkunum vóru 3 luttakarir, og tískil telvaðu telvarnir 4 talv ??? 2 ferðir móti hvørjum. Í  tí yngsta bólkinum vóru 11 luttakarir, og har vórðu telvaði 7 umfør.

Bólkur A (f. 1998-2000)

Rani í Bø vann øll síni talv og harvið bólkin. Sera flott avrik hjá Rana, ið byrjaði at telva í ár. Eli Finnsson og Bjarki Bertholdsen vunnu eitt talv á hvørjum øðrum, og tískil mátti umdystur til fyri at vita hvør skuldi hava 2. plássið. Telvað vóru 2 talv á 10 min, og her vann Eli 2-0.

Nr.Navn123Stig
1Rani í Bø* *1 11 14
2*Eli W. Finnsson0 0* *1 01
3*Bjarki Bertholdsen0 00 1* *1

* Eli gjørdist nr. 2 eftir at hava vunnið umdystin 2-0 móti Bjarka.

NM2018_uttokukapping_bolkurA_Bjarki_Rani_Eli

Bólkur A, fv.: nr. 3 Bjarki Bertholdsen, nr. 1 Rani í Bø, nr. 2 Eli W. Finnsson.

 

Bólkur B (f. 2001-2002)

Í bólki B endaðu øll tey fyrstu 3 talvini jøvn, og sostatt var tað ikki fyrrenn í 4. umfari, at spenningur kom í, tá Rógvi Mørkøre vann á Kaj Olsen. Janus Skaale vann í 5. umfari á Kaj, og sostatt vóru Janus og Rógvi tryggjaðir at fáa 1. og 2. pláss. Í seinasta umfari vann Janus á Rógva, og harvið bólkin.

Nr.Navn123Stig
1Janus Skaale* *½ 1½ 13
2Rógvi Mørkøre½ 0* *½ 12
3Kaj Olsen½ 0½ 0* *1

NM2018_uttokukapping_bolkurB_Kaj_Janus_Rogvi

Bólkur B, fv.: nr. 3 Kaj Olsen, nr. 1 Janus Skaale, nr. 2 Rógvi Mørkøre.

 

Bólkur C (f. 2003-2004)

Í bólki C vann Leif Fjallheim øll síni talv og harvið bólkin. Flóvin Tummasarson og Suni Nielsen vunnu eitt talv á hvørjum øðrum, og máttu tí eisini út í umdyst fyri at vita hvør skuldi hava 2. plássið. Suni vann umdystin 2-0.

Nr.Navn123Stig
1Leif Reinert Fjallheim* *1 11 14
2*Suni í Horni Nielsen0 0* *0 11
3*Flóvin Matras Tummasarson0 01 0* *1

* Suni gjørdist nr. 2 eftir at hava vunnið umdystin 2-0 móti Flóvini.

NM2018_uttokukapping_bolkurC_Flovin_Leif_Suni

Bólkur C, fv.: nr. 3 Flóvin M. Tummasarson, nr. 1 Leif R. Fjallheim, nr. 2 Suni í Horni Nielsen.

 

Bólkur D (f. 2005-2006)

Undan seinasta umfari hevði Luitjen Apol vunnið øll síni 3 talv, og tryggjað sær 1. plássið, meðan Jón Nielsen og Benjamin Fjallheim høvdu vunnið hvør sítt á hvørjum øðrum. Tí var spenningur um Luitjen eisini vann sítt 4. talv (móti Jón), tí so skuldi umdystur telvast millum Jón og Benjamin. Men Jón vildi tað øðrvísi og vann á Luitjen, og tryggjaði sær harvið 2. plássið.

Nr.Navn123Stig
1Luitjen Akselsson Apol* *1 01 13
2Jón í Horni Nielsen0 1* *1 02
3Benjamin Reinert Fjallheim0 00 1* *1

NM2018_uttokukapping_bolkurD_Jon_Luitjen_Benjamin

Bólkur D, fv.: nr. 2 Jón í Horni Nielsen, nr. 1 Luitjen A. Apol, nr. 3 Benjamin R. Fjallheim.

 

Bólkur E (f. 2007 og yngri)

Undan seinasta umfari hevði Elias Petersen longu tryggjað sær NM luttøku og lá 0,5 stig fremstur, frammanfyri Markusi Jacobsen, ið var 1 stig frammanfyri Rók Davidsen og Sigmund Hoydal á 3.-4. plássi. Elias vann tað seinasta talvið, og misti einans 0,5 stig, og Markus vann somuleiðis, og var 0,5 stig aftanfyri Elias. Rókur Davidsen gjørdist nr. 3.

Nr.Navn1.Rd.2.Rd.3.Rd.4.Rd.5.Rd.6.Rd.7.Rd.Stig
1Elias Petersen5b14w12b½7w13b18w16w1
2Markus Jacobsen8w13b11w½4b½5w16b17w16
3Rókur Davidsen9w12w07b18b11w04b15w15
4Dániel Thomsen6w11b011b12w½7b13w0??????1
5Sigmundur Hoydal1w06b110w19b12b011w13b04
6??li Mikkelsen4b05w0??????110b19w12w01b03
7Fríðrikur Helmsdal11w110b13w01b04w0??????12b03
8Jóhan Hendrik Lamain í Horni2b011w19b13w0??????11b010w03
9Hanni Bjartur Mørkøre3b0??????18w05w06b010b111w13
10Ingi Helmsdal??????17w05b06w011b19w08b13
11Silas Andreasen7b08b04w0??????110w05b09b01

NM2018_uttokukapping_bolkurE_Markus_Elias_Rokur

Bólkur E, fv.: nr. 2 Markus Jacobsen, nr. 1 Elias Petersen, nr. 3 Rókur Davidsen.

 

Føroyski NM hópurin 2018, ið skal til Finnlands í februar, verður tískil hesin:

Bólkur A: Rani í Bø og Eli W. Finnsson.
Bólkur B: Janus Skaale og Rógvi Mørkøre.
Bólkur C: Leif Reinert Fjallheim og Suni í Horni Nielsen.
Bólkur D: Luitjen A. Apol og Jón í Horni Nielsen.
Bólkur E: Elias Petersen og Markus Jacobsen.

Talvsamband Føroya vil takka øllum, ið luttóku og gjørdu kappingina møguliga og so spennandi, og ynskir NM luttakarunum hjartaliga tillukku og góða eydnu í Finnlandi.

NM2018_uttokukapping_bolkurENM2018_uttokukapping_16NM2018_uttokukapping_15NM2018_uttokukapping_14NM2018_uttokukapping_13NM2018_uttokukapping_12NM2018_uttokukapping_11NM2018_uttokukapping_10NM2018_uttokukapping_9NM2018_uttokukapping_8NM2018_uttokukapping_7NM2018_uttokukapping_6NM2018_uttokukapping_5NM2018_uttokukapping_4NM2018_uttokukapping_3NM2018_uttokukapping_2NM2018_uttokukapping_1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder