Ítróttur

Talv NM: Luitjen Akselsson Apol fekk besta føroyska úrslitið

...

2017-02-19 22:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 NM talvkappingin fyri ung hevur um vikuskiftið verið í Drammen í Norra, 6 umfør eru telvað, føroyska úrslitið er samanlagt hampuligt, hóast tað kundi verið betri hjá onkrum av telvarunum.

Føroyska ferðalagið kemur heim aftur beint fyri middag í morgin.

Besta føroyska fekk Luitjen Akselsson Apol, sum telvaði í E-bólkinum, hann endaði nr. 5 við 3½ stigi.

Í A-bólkinum fingu bæði Silas Eyðsteinsson og Høgni Egilstoft Nielsen 3 stig, teir endaðu ávikavíst nr. 6 og 7.

Í B-bólkinum gjørdist Janus Skaale nr. 10 við 1½ stigi, Kaj gjødist nr. 12 við ongum stigi.

Í C-bólkinum gjørdist Leif Reinert Fjallheim nr. 10 við 2 stigum og Suni í Horni Nielsen gjørdist nr. 12 við ongum stigi.

Í D-bólkinum gjørdist Jón í Horni Nielsen nr. 7 við 2½ stigi, Benjamin Reinert Fjallheim gjørdist nr. 10 við 2 stigum.

Í E-Bólkinum gjørdist Luitjen Akselsson Apol nr. 5 við 3½ stigi, Elias Petersen gjørdist nr. 12 við ½ stigi.

Samlaðu úrslitini síggjast á myndunum niðanfyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder