Ítróttur

Talv: Jólakappingin hjá ST byrjar í kvøld kl. 17

...

2014-12-13 19:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Árliga jólakappingin í talvi, sum Sandavágs Talvfelag plagar at hava, byrjar í kvøld kl. 17, telvað verður í Pakkhúskjallaranum ??ti á Gjógv (myndin) - útvið 30 telvarar verða við í kappingini.

Byrjað verður við døgurða, borðreitt verður við røstum kjøti og súpan og haafturat jólagreytur.

Tá ið liðugt er at eta og allir mettir og vælsettir, tá verður farið undir sjálva talvkappingina. Vit koma at fylgja kappingini og koma við úrslitunum, tá ið liðugt verður - helst um 22-tíðina í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder