Ítróttur

Talv: Innbjóðing til HT-Open 2015

...

2015-03-10 22:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hervið verður bjóðað til talvkappingina HT OPEN 2015 dagarnar 13.-15. mars. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

Stað

Telvað verður á Brúnaskúla/Heimaraskúla, minnist til inniskógvar!!

Telvað verður soleiðis

Kappingin byrjar fríggjadagin,  13. mars kl. 18.00, tá ið 1. umfar verður telvað.

Leygardag verður 2. og 3. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Sunnudag verður 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00.

Tíð

Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sekund fyri hvønn leik.

Tilmelding

Tilmelding við at senda SMS til 220013, í seinasta lagið hósdagin kl. 20.00

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er 100 kr., ung og lesandi 50kr. Skal gjaldast á staðnum, fríggjakvøldið 13. mars, kl. 17.30

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

.

 

Møtið Fjølment !

Havnar Telvingarfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder