Havnar Telvingarfelag skipar í døgunum 28. mars til og við 04. apríl 2015,
fyri:Føroya Meistaraheitið í Talvi fyri einstaklingar 2015.
Kappast verður í hesum bólkum:Landsliðsbólkur (10 telvarir), 1. Bólkur (10 telvarir) Almannabólkur (óavmarkað) og Unglingabólkinum (óavmarkað).
Kappingin
Kappingin fer fram í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, frá 28. mars til og við 04. apríl 2015
Tilmeldingar: (Leinkja er ávegis, kemur seinni).
Allir bólkar telva soleiðis:
Leygardagur28. mars kl. 15.00
Sunnudagur29. marskl. 15.00
Mánadagur30. marskl. 17.00
Týsdagur31. mars kl. 17.00
Mikudagur01. apríl kl. 10.00
Mikudagur01. apríl kl. 17.00
Hósdagur02. aprílkl. 14.00
Fríggjadagur03. aprílkl. 14.00
Leygardagur04. aprílkl. 11.00
Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.
Gevið gætur:Unglingarnir telva bert 90 min + 30 sek, ikki 15 min eyka !!
Teir hægst rataðu luttakararnir telva í Landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í Talvi 2015.
Næstu telvararnir mynda 1. Bólk ogAlmenna bólkin. Unglingar telva um FM-heitið fyri unglingar.
Dómari: FA Arild Rimestad og ikki avgjørt
Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.
Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto6460 ???5367192 hjá Havnar Telvingar- felag, í seinasta lagi mánadagin 23. mars !Við tilmelding skal upplýsast: FM 2015, navn og bólkur.
Møguligir spurningar kunnu setast á tef. nr. 225840 ellateldupostadressu:[email protected]
Vinningar
Landsliðsbólkur:nr. 1 - Kr. 7500,nr. 2 ??? Kr. 4000, nr. 3 -Kr. 2000
1.Bólkur:nr. 1 ??? Kr. 3000,nr. 2 ??? Kr. 2000,nr. 3 ??? Kr. 1000
Almennur bólkur:nr. 1 ??? Kr. 2000,nr. 2 ??? Kr. 1200, nr. 3 ??? Kr. 800
Unglingar:nr. 1 ??? Kr. 1500,nr. 2 ??? Kr. 1000,nr. 3 ??? Kr. 500.
Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.
§3Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum(Small Nations Cup 2015 og EM 2015 fyri Lið v.m.).
Vakurleikasteyp verða latin bestu talvunum í øllum bólkum.
Um FM-heitið í Landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum. Í aðrar mátar verður korrektión nýtt.
Ábit verður bjóðað telvarunum millum dupultumfarið 01. apríl og eftir seinast umfarið.
Broytingar kunnu koma fyri.
Við TalvkvøðuHavnar Telvingarfelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald