Ítróttur

Talv: Havnin á odda

...

2016-11-01 20:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Annað umfar í liðkappingini í talvi var um vikuskiftið. Í 1. deild eru Havnar Telvingarfelag og Sandavágs Talvfelag lopin avstað undan hinum.

Havnarmenn gjørdu kvetti í torførum útidysti móti Klaksvíkar Talvfelag. Hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen vóru við, vann havnarliðið stórsigur 3½ ??? ½. Eyðun Nolsøe var ikki við hjá klaksvíkingum, fyri hann var íslendingurin Rúnar Berg á 2. borði. Hann bjargaði klaksvíkingum undan teirri heilt stóru eyðmýkingini, tí talvið hjá honum móti Carl Eli N. Samuelsen endaði javnt. Á hinum borðunum gjørdi Havnin bart; Olaf Berg vann á 1. borði á ??lavi Simonsen, Sjúrður Thorsteinsson vann á 3. borði á Rana Nolsøe, og Herluf Hansen vann á 4. borði á Steintór Rasmussen.

Føroyameistarnir úr Sandavágs Talvfelag vunnu á øðrum liði hjá havnarmonnum, men sigurin var ikki so ruddiligur, sum vágamenn mundu ætla. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu væl og vunnu á fremstu borðunum á Heiðriki Jacobsen og Suna Merkistein. Á 3. borði endaði talvið millum Torkil Nielsen og Rógva Mortensen javnt. Rógvi hevði fyrireikað seg væl til hollendsku byrjanina hjá Torkili, og tóktist at hava tamarhald á støðuni allan vegin. Á 4. borði snávaðu føroyameistarnir. Silas Eyðsteinsson royndi av øllum alvi at vinna eina javna støðu, men legði ov nógv fyri og leyp framav. Arnbjørn Dalsgarð sá straks, hvussu endatalvið kundi vinnast, og veitti føroyameistarunum fyrsta borðtapið higartil.

Í triðja dystinum í 1. deild vunnu kollfirðingar 2½-1½ á øðrum liði hjá Klaksvík. Torbjørn Thomsen tryggjaði norðstreymoyingum sigurin á 2. borði. Á hinum borðunum endaði alt javnt.

Støðan eftir 2. umfar er nú henda: 1. Havnin 7 stig 2. Sandavágur 6½ 3. Klaksvík 3½ 4. Kollafjørður 2½ 5. Klaksvík 2 2½ 6. Havnin 2 2 stig.

Í 2. deild er Havnin á odda við 6 stigum, Gøtu Talvfelag er nummar tvey við 5 stigum. Og í 3. deild eru Havnin og Kollafjørður jøvn við 5,5 stigum.

3. umfar er 13. november. Í 1. deild eru dystirnir hesir: Havnin 1 ??? Kollafjørður, Klaksvík 2 ??? Sandavágur og Havnin 2 ??? Klaksvík 1.

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins:faroechess.com.

Føroyingar í donsku kappingini

Tveir, sum vóru á føroyska OL-talvlandsliðnum í Baku í heyst, telva við liðum í fremstu donsku deildini ??? XtraCon-deildini. Kappingin byrjaði um vikuskiftið. Fyrsta umfar var leygardagin, og annað umfar sunnudagin.

Helgi Dam Ziska er á meistaraliðnum Philidor. Í farna kappingarári vann hann øll síni sjey talv, og átti tí stóran lut í DM-sigrinum. Helgi tók um vikuskiftið við, har hann slepti í fjør, tí hann vann báðar dagarnar. Leygardagin vann Philidor 4½-3½ á Jetsmark og sunnudagin 5-3 á Nordre. Helgi sat á 3. borði. Á fyrsta borði hjá Philidor situr Nils Grandelius, sum er fremsti telvari í Svøríki, og røktaði 1. borð á svenska landsliðnum í OL í heyst. Á øðrum borði er danski OL-telvarin Jakob Vang Glud. Helgi hevur væl hægri rating enn hann, men situr kortini eitt borð lægri. Sunnudagin vann Helgi á fyrrverandi heimsmeistaranum í brævatelving, Jørn Sloth.

Hin føroyingurin í XtraCon-deildini er Jóan Hendrik Andreasen. Hann telvar á 1. borði hjá K41, sum hevur heimstað í Valby. K41 hevur fleiri ferðir vunnið DM-heitið, men hevur seinnu árini verið elevatorlið millum fremstu og næstfremstu deildina. Leygardagin tapti K41 6-2 fyri oddaliðnum Brønshøj, og sunnudagin 5½-2½ fyri SK 68. Jóan Hendrik tapti leygardagin fyri svenska stórmeistaranum Tiger Hillarp Persson, men sunnudagin fekk føroyingurin javnt móti altjóða meistaranum Klaus Berg.

Telvara-paringar

2. Umfar tann 2016/10/30 kl. 14:00
Bo.6  Sandavágur 1Rtg-4  Havnin 2Rtg2½:1½
1.1FM
NIELSEN, Rogvi Egilstoft
2342-
JACOBSEN, Heidrikur T.
19791 - 0
1.2FM
NIELSEN, Hogni Egilstoft
2270-
MERKISTEIN, Suni
19541 - 0
1.3
NIELSEN, Torkil
2154-
MORTENSEN, Rogvi
1863½ - ½
1.4
EYDSTEINSSON, Silas
2066-
DALSGARD, Arnbjorn O
18750 - 1
Bo.5  Klaksvík 1Rtg-3  Havnin 1Rtg½ :3½
2.1
SIMONSEN, Olavur
2212-FM
BERG, Olaf
23200 - 1
2.2
BERG, Runar
2105-FM
SAMUELSEN, Carl Eli Nolsoe
2211½ - ½
2.3
NOLSOE, Rani
2080-
THORSTEINSSON, Sjurdur
21960 - 1
2.4
RASMUSSEN, Steintor
2069-
HANSEN, Herluf
20140 - 1
Bo.1  Kollafjørður 1Rtg-2  Klaksvík 2Rtg2½:1½
3.1FM
SIMONSEN, Hans Kristian
2153-
VANG, Finnbjorn
2039½ - ½
3.2
THOMSEN, Torbjorn
2086-
SOLSKER, Tummas M.
19801 - 0
3.3
PETERSEN, Kari
1921-
PETERSEN, Terji
1992½ - ½
3.4
JACOBSEN, Eivind
1780-
SKAALE, Janus
1769½ - ½


Talva eftir styrki

Rk.Lið1a1b2a2b3a3b4a4b5a5b6a6b TB1  TB2  TB3 
1Havnin 1 *  * 7,040
2Sandavágur 1 *  * 46,540
3Klaksvík 1½ *  * 33,520
4Kollafjørður 10 *  * 2,520
5Klaksvík 21 *  * 2,500
6Havnin 2½ *  * 2,000

Viðmerkingar:
Tie Break1: points (normal points + points from the qualifying rounds)
Tie Break2: Matchpoints (2 for wins, 1 for Draws, 0 for Losses)
Tie Break3: The results of the teams in then same point group according to Matchpoints

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder