JN

Talv: Grand Prix finalan verður leygardagin í Sandavági

...

2016-04-07 23:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Finalan í Grand Prix kappingini 2015/16, 

verður telvað í Sandavági sunnudagin 10. apríl kl. 13.30.

Tilmeldingar: 

 

Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, 

hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

 

 

Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum

eisini teim sum ikki - ella bara partvís - hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.

Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 10. min. + 5 sek. í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100. 

Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi leygardagin 09. apríl kl. 18.00 á tlf. 27 14 04 (Rógvi) ella  [email protected]

 

TALVSAMBAND F??ROYA

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder