Í fyrra vinarlandsdystinum millum Føroyar og Ísland legði føroyska liðið hart út, og hølvaði Ísland av 8½ - 1½.
Føroysku telvararnir telvaðu trygt og væl, og sjálvt um íslendingar als einki hepnið høvdu hendan dagin, so var sigurin fult uppiborin. Hetta er størsti sigur Føroyar hava vunnið á Íslandi nakrantíð !
Søguligi og afturvendandi landsdysturin millum Føroyar og Ísland (bestu telvarar uttanfyri Reykjavík), hevur verið telvaður síðani 1975.
Í 1975 og 1976 stillaðu íslendarar við sterkastu telvarunum í landinum, meðan liðið í 1978 var mannað við telvarum frá Eystur - og Norðurlandinum; Ísland vann allar dystirnar.
Síðani 1981 hevur verið telvað aðruhvørjaferð úti/heima á ca. 10 borðum.
Fyrru árini vann Ísland flestu dystirnar, meðan Føroyar seinastu árini hava verið stinnari.
Undan dystinum ímorgin, hava íslendarar vunnið 10 ferðir - 13 um
1975-78 telja við - og Føroyar hava vunnið 6 dystir.
Hóast einki er avgjørt fyrrenn síðsti leikur er fluttur, so er sannlíkindi fyri at Føroyar vinna dystin íár.
Ísland skal vinna heili 1 - 9 ímorgin, um teir skulu vinna samanlagt.
Seinni dysturin verður telvaður sunnudagin kl. 14.00 í ??sáskúlin, Klaksvík - øll eru vælkomin at hyggja.
Einstøku úrslitini finnast her:
http://chess-results.com/tnr108668.aspx?art=3&rd=1&lan=1&wi=821
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald