
Føroyar hava nú lagt seg á odda í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.
Føroyar vunnu stórsigur 3½-½ á Kýpros. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði remis. Helgi vann í einum knúsandi kongálopi, John var tryggur við svarta fólkinum í fronsku yndisbyrjanini, og Høgni fekk væl burturúr einari støðu, ið annars tóktist ógvuliga jøvn. Hjá Rógva stóð fast allan vegin. Flott úrslit hjá føroyska liðnum.
Finala í morgin
Andorra, sum hevði vunnið allar dystir, var í dag fyri sínum fyrsta tapi í kappingini. Monaco ??? sum Føroyar vunnu týðandi dyst ímóti fyrradagin ??? vann 2½-1½ á Andorra. Tað ber í sær, at Føroyar hava lagt seg á odda í kappingini fyri seinasta umfar í morgin, sum verður móti nettupp Andorra. Kappingin verður tí avgjørd í røttum finaludysti. Føroyar standa seg við javnleiki.
Støðan í kappingini fyri seinasta umfar í morgin er nú henda:
1. Føroyar 15 stig
2. Andorra 14
3. Monaco 13
4. Luksemburg 11
5. Kýpros 10
6. Malta 6
7. Liktinstein 5
8. Guernsey 3
9. Jersey 2
10. San Marino 1.
??rtøkan hjá føroysku telvarunum er henda:
1. Helgi Dam Ziska 6/7
2. Høgni Egilstoft Nielsen 6/7
3. Rógvi Egilstoft Nielsen 3½/6
4. John Rødgård 6/7
5. Silas Eyðsteinsson 3/5
Føroyska liðið verður væntandi óbroytt í morgin. Dystirnir í seinasta umfari byrja klokkan 14.00. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum í senn. Leinkið er:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald