Vinna

Talv FM-2016: Dómarin er vælnøgdur við kappingina

...

2016-03-25 17:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Dómari til FM-2016, sum er á Giljanesi, er danin Mogens Nielsen frá Verløse, Mogens er 74 ára gamal.

Hann er sera væl nøgdur við FM-kappingina 2016, tað hevur gingið uppá stás, treyðugt so onkur hevði gloymt telefonina og tapti tí tað talvið.

Vit fingu eitt prát við fittliga danan. Hann segði, at hann ikki var ókendur við Føroyar, hann hevði áður verið dómari í altjóða kappingum og FM-kappingum her, í altjóða kappingunum hevði hann dømt saman við Rana Nolsøe, eisini hevði hann verið dómari í FM-kapping á Giljanesi áður.

Í 4 ár - fyri uml. 10 árum síðan - var hann á Sandi, har hann skipaði fyri talvi í skúlunum á Sandoynni, tað var ógvuliga gevandi, nógvir næmingar í Sandoynni høvdu áhugað at telva, men tíverri datt tað burtur aftur, segði Mogens.

Mogens hevur læraraútbúgving, hann hevur verið aktivur ítróttarmaður m.a. súkkla, spælt badminton, boula og ikki minst talv.

Hann súkklar nógv enn, boular, spælir badminton og telvar, tó mest telvar hann á netinum.

Mogens fer aftur til Danmarkar páskadag.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder